© 2018 Team Klaksvík

​Tíðindi

  • White Facebook Icon
  • White Twitter Icon
  • White Google+ Icon
  • White Instagram Icon
 

13 Apr 2018

Klaksvíkar Badmintonhøll Kl. 18:00

FTZ - Team Klaksvík - Víf

Seinasti dystur í ár

1 / 1

Please reload

Víf á vitjan leygarkvøldið

April 11, 2018

Leygarkvøldið verður seinasta høvið at síggja besta liðið hjá Team Klaksvík hetta kappingarárið.

Dysturin hevur nógv at siga fyri okkum, og tí leggja vit alt fyri at vinna á vestmenningum.

 

VÍF hevur verið ein trupul bitið at gloypa í ár, mest tí teir spæla skjótt og fáa nógv mál.

Eyðsynt er at vit eisini hava fingið nógv mál ímóti VÍF, so undirhald er í øllum førum nakað ið er í væntu leygarkvøldið.

Fyri okkum hevur ein sigur við sær at vit vónandi takað 5.plássið aftur, um StÍF missur stig í Hoyvík, meðan VÍF einki hevur at spæla fyri, tí 3.plássið ikki kann takast frá teimum.

Team Klaksvík fær nýggja heimasíðu

April 08, 2018

Nýggja heimasíðan hjá felagnum er undir uppbygging. Tískil eru allar síður ikki tøkar enn.

 

Ígjøgnum komandi vikurnar verður meira tilfar lagt inn, og tá verður møguleiki at síggja liðini, kontaktir, søgu og alskyns annað tilfar.

 

Sum nakað nýtt, leggja vit eisini íblástur til venjarar út á heimasíðuna, har møguleiki er at finna sær tilfar til venjingar, styrki øvilsir o.a.

Team Klaksvík til PåskeCup í Herning

April 08, 2018

Á páskum vóru 3 lið úr Team Klaksvík í Danmark og spældu hondbólt í Herning.

Talan var um ein sera góðan túr, har vit fingu nógv burturúr, bæði innan hondbóltin og tað sosiala.

Dreingirnir spældu nógvar dystir, og tí vóru teir sera troyttir tá teir komu heim aftur sunnudagin 1. apríl.

Sí myndir av túrinum við at trýsta á myndina omanfyri.

1 / 2

Please reload